Bíbil og himmalferð - felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi

Felagsgudstænasta verður í Sandoyar prestagjaldi Kristi himmalsferðardag, hósdagin 30. mai, kl. 12.00. Gudstænastan verður í høllini inni í Dal. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar. Bergur D. Joensen, prestur, hevur ein boðskap fyri børnum. Havstein Klein, prestur, er liturgur.

Kristiliga sangkórið syngur, undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen.

Børn av Sandi syngja. Konfirmantar hava saman við lærara og sniðgeva gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.

Føroyska bíbliufelagið vitjar, og vit hoyra eitt sindur um teirra virksemi.

Hetta er ein gudstænasta, har allar sóknirnar í prestagjaldinum eru við, og seta sín dám á. Vit hava verið millum 300-400 fólk til hesar gudstænastur.

Bátur fer av Gomlurætt kl. 9.45.

Gudstænastan verður hildin í sambandi við B71-marathon kappingina. Høvi verður at keypa brunsj undan og suppu eftir gudstænastuna.