Biden fer at taka uppaftur kjarnorkuavtaluna við Iran

Roknað verður við, at komandi forsetin í USA, Joe Biden, fer at seta í gildi aftur kjarnorkuavtaluna við Iran hóast mótstøðu úr Ísrael

USA fer at broyta kós í Miðeystri, tá Joe Biden er innsettur sum forseti 20. januar.

Undir Biden verður roknað við, at amerikanarar fara at taka uppaftur kjarnorkuavtaluna við Iran. Ísrael er harðliga ímóti at blæsa lív aftur í avtaluna, og Trump-umsitingin roynir at ávirka øvugtan veg fyri valdsskiftið í Washington.

Men í veruleikanum eru nýggjar tíðir í økinum.

Úttanríkisráðið í Teheran sigur sambært AFP, at iranar ikki ætla sær at umbera ella gloyma »framhaldandi brotsgerðirnar hjá USA ímóti iranska fólkinum«. Men hetta forðar ikki fyri, at tað verður eitt ávíst samband millum londini, verður sagt í viðmerking, sum verður tulkað sum um, at dyrnar verða gloppaðar.

Men greinarar siga, at tað er ikki vist, at kjarnorkuavtalan við Iran kann takast uppaftur.

Donald Trump, forseti, tók í 2018 USA úr avtaluni, sum í stuttum gongur út uppá, at Iran sleppur undan búskaparligum tiltøkum aftur fyri, at iranar avmarka, hvussu nógv teir ríka uran og lata eygleiðarar sleppa at síggja landsins kjarnorkuætlan.

Eitt ár eftir at Trump tók USA seg úr avtaluni við Iran, fóru iranarar eisini úr avtaluni.

Biden, sum var varaforseti, tá avtalan varð sett í verk í 2015, hevur ætlanir um at taka uppaftur samskiftið við iran. Hann hevur áður sagt seg vera sinnaðan at taka uppaftur avtaluna, so leingi Iran virðir reglarnar.

Eitt tekin um, at Iran fer at hava týdning, er avgerðin hjá Biden at velja Tony Blinken til starvið sum nýggjan uttanríkisráðharra. Blinken hevði stóran leiklut í arbeiðinum, sum førdi til kjarnorkuavtaluna.

Undan valdsskiftinum í januar roynir Trump-umsitingin at staðfesta ta kósina, sum hon setti í Miðeystri. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur seinastu tíðina verið á rundferð í teimum londum, sum eru ímoti at nærkast Iran politiskt, – millum annað Saudi-Arabia og Ísrael.

Benjamin Netanyahuy, forsætisráðharri í Ísrael, hevur kravt eina avgjørda støðu mótvegis stýrinum í Teheran. Roknað verður við, at Biden verður ímóti hesum kravi, eins hann helst fer at royna at blæsa lív aftur í fastløstu tilgongdina við eini loysn millum Ísrael og palestinar.

/ritzau/AFP