Biden við nýggjum stjórnarlimum: Amerika er komið afturíaftur

Ráðharrarnir hjá Biden á uttanríkis- og trygdarøkinum skulu leggja dent á diplomati, samstarv og stríðið ímóti veðurlagsbroytingum

 

 

– Multilateralisman er komin aftur, og diplomatiið er komið aftur.

Tað staðfesti roynda sendikvinnan Linda Thomas-Greenfield, tá hon saman við øðrum tilnevndum stjórnarlimum til næstu stjórnina í USA í dag vórðu kunngjørd av komandi forsetanum, Joe Biden.

Linda Thoma-Greenfield er tilnevnd til starvið sum ST-sendikvinna.

– Amerika er komið afturíaftur, segði Joe Biden sjálvur á Twitter beint eftir, at stjórnarlimirnir vóru kunngjørdir.

Biden hevur tilnevnt John Kerry, fyrrverandi uttanríkisráðharra, sum veðurlagssendifólk. Tað vísir greitt avgerðarviljan hjá USA á veðurlagsøkinum, sigur komandi forsetin.

– Eg undirmeti ikki eitt sekund teir trupulleikar, vit fáa við at liva upp til míni djørvu lyfti til at vinna á veðurlagsbroytingunum, sigur Biden.

– Men samstundis skal eingin í eitt sekund ivast í mínum vilja at gera júst tað, segði Biden, tá hann kunngjørdi Kerry.

Kerry segði millum annað, at Parísavtalan um verðurlagið, sum hann sjálvur var við til at tingast um at fáa upp á plás sum uttanríkisráðharri hjá Barack Obama, ikki var nóg mikið.

– Tú gert rætt í at fara upp í aftur Parísavtaluna longu frá fyrsta degi. Og tú hevur rætt í, at Parísavtalan í sær sjálvum ikki er nóg mikið, segði John Kerry við Joe Biden, meðan hann vísti sína vón um, at tann næsta veðurlagsráðstevnan, sum eftir ætlan skal vera í skotska býnum Glasgow næsta ár, hækkar framsøknið.

Valið hjá Joe Biden til uttanríksiráðharra, Antony Blinken, lovaði, at hann vil syrgja fyri samstarvi kring allan heimin.

Samstarvið er neyðugt, tí ÚSA kann ikki loysa heimsins trupulleikar einsamalt, leggur hann dent á.

– Vit skulu samstarva við onnur lond, við hava brúk fyri samstarvi teirra. Vit hava brúk fyri felagsskapi teirra, sigur Blinken.

– Vit skulu vera eyðmjúk og sjálvsikkur, sigur Blinken.

Øll hesi tilnevndu fólkini hjá Joe Biden skulu góðkennast av Senatinum, áðrenn tey kunnu innsetast.

/ritzau/