Bíðilistar til útgreiningar og privat viðgerðartrygging.

Fyri tíð síðan varð greitt frá í miðlunum um bíðilistan til adhd- útgreining av vaksnum fólki. Sum skilst er 4 ára bíðitíð til hesa útgreining. Síðan er eisini bíðilisti til psykiatriina, so ein viðgerð kann fara í gongd. Greitt var frá, at nøkur fóru til privata sálarfrøðistovu fyri at fáa hesa útgreining, so skjótari varð at sleppa framat viðgerðini. Hetta má so brúkarin gjalda sjálvur.

Leiðandi psykiatarin Tórmóður Stórá geiddi frá um hendan óhepna langa bíðilista og hetta, at tað var ódámligt, at tey ríkastu vórðu tey, ið komu fyrst framat viðgerð. Og rætt hevur hann, tað er ikki soleiðis vit skulu skipa okkara heilsuverk, at tey ríkastu, t.e. antin tey ið bara hava nokk og gjalda tað tað kostar, ella tey ið hava ráð til at tekna sær viðgerðartrygging, ið nú kann keypast frá tryggingarfeløgum í Føroyum.

Vit eru heimsins javnaðsta samfelag, og tað skulu vit verða errin av. Vit mugu tí verja hendan rættin hjá fólkinum í Føroyum, at uttan mun til inntøku, kemur tú líka skjótt framat heilsuviðgerð. Tá nú t.d. adhd er vorðin ein tilstandur, har tað vísir seg, at fleiri og fleiri eru fongd av, jamen, so mugu fleiri fólk setast í starv til at taka sær av útgreining og viðgerð av hesum.

 

Sálarliga heilsan má javnsetast við kropsliga heilsu.