Biðja fyri Boris Johnson í London

VG hevur vitjað í London. Einki er, sum tað var, og nú forsætisráðharrin fær viðgerð á intensivari deild, tykist tað, sum um London heldur ondini.

 

Tað var í gjár, at tíðindini bórust um, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, var endaður á intensivari deild við korona-virus. Tað var annars fríggjadagin hin 27. mars, at forsætisráðharrin varð testaður positivur fyri covid-19.

Sunnudagin hin 5. apríl varð hann lagdur inn á sjúkrahús, men tá varð sagt, at hetta varð gjørt fyri at binda um heilan fingur heldur enn tí, at Boris Johnson var serliga sjúkur. Men, støðan hjá honum vesnaði í gjár, og nú liggur hann á intensivari deild á St. Thomas’ Hospital í London.

Uttanríkisráðharrin í Bretlandi, Dominic Raab, hevur tikið við leiðsluni so leingi, sum forsætisráðharrin er sjúkur.

- Hetta kemur sum ein hvøkkur fyri okkum øll. Hann er ikki bara forsætisráðharri, men eisini okkara starvsfelagi og vinur. Eg ivist onga løtu í, at Boris Johnson fer at koma sær burtur úr hesum, segði Dominic Raab á tíðindafundi.

VG hevur vitjað í London. Einki er, sum tað var, og nú forsætisráðharrin fær viðgerð á intensivari deild fyri korona-virus, tykist tað, sum um London heldur ondini.

Eitt gongufólk, sum norska blaðið møtir á gøtuni í London, sigur, at tey hava verið til digitalt bønarmøti, har tey hava biðið fyri Boris Johnson, eins og tey hava heitt á onnur um eisini at biðja fyri forsætisráðharranum.

- Fólk í London eru sum heild órógvaði um støðuna hjá Boris Johnson. Tey halda tað vera ørkymlandi, at forsætisráðharrin er sjúkur, og tey vóna, at hann skjótt verður á fótum aftur.

VG hevur eisini hitt fólk á gøtuni í London, sum halda tað vera ógvuliga keðiligt, at eisini daman hjá Boris Johnson, sum er við barn, hevur ligið sjúk við covid-19 líknandi sjúkueyðkennum. Hon er tó ikki testað fyri korona-virus, verður lagt aftrat.