Bilasølan hevði slakar 9 milliónir í yvirskoti

P/F Bilasølan, sum umboðar merkini VW, Audi og Mazda í Føroyum, hevði sítt besta roknskaparár í fjør, tá felagið hevði 8,9 milliónir krónur í yvirskoti. Tað er eina millión meira enn í 20187, tá úrslitið var 7,9 milliónir krónur.

Bruttovinningurin í fjør var góðar 20 milliónir krónur í mun til 17,9 milliónir árið fyri, og starvsfólkakostanúrin var góðar 8 milliónir krónur í mun til slakar 7 milliónir árið fyri.
Fyri skatt var úrslitið 10,7 milliónir krónur. Felagið rindar 1,9 milliónir krónur í í skatti.
Langfreistaða skuld felagsins er nú 13,5 milliónir krónur, og eginogn felagsins er nú 19,8 milliónir krónur. Felagið rindaði 6 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigarnar.
Í leiðslufrágreiðingini vísir felagið á, at úrslitið er á sama støði, sum mett varð, tá ársroknskapurin fyri 2017 var gjørdur. Felagið vætnar eisini, at roknskapurin í ár fer at vera á sama støðiðs um í fjør.
At tað hevur gingið væl hjá Bilasøluni vísa eisini sølutølini. Týska merkið VW var mest seldi bilur í Føroyum í fjør, og tað var hann eisini í 2017.
Í fjør vórðu seldir 348 nýggir VW bilar í Føroyum – 69 fleiri enn næsti kappingarneytin Toyota hjá grannanum í Hoyvík, Reyni Service. Og tað eru 20 VW bilar fleiri, enn felagið seldi í 2017, tá VW eisini var mest seldi bilur í Føroyum.

Í fjør seldi P/F Bilasølan umframt teir 348 VW bilarnar 45 nýggjar Audibilar og 23 nýggjar Mazdabilar.

Mest seldu bilmerkini í Føroyum síðani 2008 eru hesi:
2018: Volkswagen 348 bilar
2017: Volkswagen 328 bilar
2016: Toyota 315 bilar
2015: Citroen 311 bilar
2014: Toyota 310 bilar
2013: Citroen 301 bilar
2012: Citroen 225 bilar
2011: Toyota 154 bilar
2010: Toyota 147 bilar
2009: Toyota 121 bilar
2008: Toyota 208 bilar