Bilførari skuldsettur fyri 39 ferðir óviljað manndráp

Ein maður úr Norðurírlandi er skuldsettur fyri 39 ferðir óviljað manndráp, eftir at løgreglan fann ein lastbil við líkum.

Tann 25 ára gamli norðurírski bilførarin, Maurice Robinsen, er skuldsettur fyri 39 ferðir óviljað manndráp.

Tað upplýsti løgreglan í gjár.

Maðurin við róðrið í einum lastbili, sum varð steðgaður mikudagin í enska býnum Essex. Í lastbilinum vóru 39 persónur, sum vóru deyðir.

Maurice Robinseon er harumframt skudsettur fyri at smugla fólk, fyri at hjálpa til við ólógligari immigratión og fyri hvítvasking, upplýsir løgreglan.

Í morgin verður skuldsetingin sett fram í rættinum.

Maurice Robinsen varð handtikin, stutt eftir at tey 39 líkini vórðu funnin.

Fýra onnur fólk eru eisini handtikin í málinum.

Tað snýr seg um eitt par úr Warrington í landnyrðingspartinum av Onglandi – ein 38 ára gomul kvinna og ein 38 ára gamal maður. Hildið verður at kvinnan eigur lastbilin.

Ein 48 ára gamal maður úr Norðurírlandi er eisini afturhildin í málinum.

Løgreglan í Írlandi upplýsti í gjár, at hon hevur handtikið ein mann fyrst í 20 árunum í eini havn í írska høvuðsstaðnum, Dublin.

Løgreglan í Essex boðaði hósdagin frá, at tey hildu, at ofrini komu úr Kina.

Men síðani eru komnar nakrar áheitanir úr Vietnam.

Eini foreldur úr Vietnam hava almannakunngjørt fleiri órógvandi boð, sum 26 ára gamla dóttir teirra hevur sent teimum frá telefonini.

– Orsaka, mamma og babba. Ferð mín uttanlands eydnaðist ikki. Eg elski tykkum ógvuliga nógv. Eg fái ikki andað, skrivaði unga kvinnan, Pham Thi Tra My, í einum boðum sambært tíðindastovuni AFP.

Á einum tíðindafundi í gjár upplýsti løgreglaní Essex, at tey hava fingið fleiri áheitanir, sum benda á, at fólk úr Vietnam eru millum tey deyðu.

– Sjálvt um vit ikki kunnu gita um tjóðskapin hjá ofrunum, so er tað týðuligt, at vit fáa nógvar áheitanir úr vietnameisiskum umhvørvum bæði uttanlands og her heima, segði løgreglustjórin á tíðindafundini í gjár sambært BBC.

 

/ritzau/