Bíligari bilferðaseðlar til pensionistar

 

Tað er at gleðast um, at pensionistar, sum ferðast við SSL, bert rinda 50% av vanliga ferðaseðlaprísinum hjá SSL. 

Fyri at taka eitt dømi, so kostar ein vanligur ferðaseðil við Smyrli kr. 80,-, men ert tú pensionist, so kostar ferðaseðilin kr. 40,-. Hetta er eitt frálíkt átak, sum uttan iva gagnar nógvum pensionistum.

Hin vegin, so er tað sama ikki galdandi, um ein pensionistur hevur bilin við, tá skal hann rinda 100% av vanliga bilferðaseðlaprísinum, t.v.s. heilar kr. 225,- við Smyrli. 

So kann man spyrja seg sjálvan, hví sami avsláttur ikki er galdandi, tá talan er um ferðaseðlar við bili? Eg havi ikki svarið, men eg vildi fegin ynskt, at hetta ikki var so, tí ongin annar aldursbólkur hevur so stóran tørv á bili, sum akkurát pensionistarnir. 

 

Kristina Roest, valevni Javnaðarflokkurin