Bilstuldur: Løgreglan leitar eftir eigarunum til hálsprýði

- Um onkur veit nakað um hesi hálsprýðini, vinarliga setið tykkum í samband við okkum, sigur Løgreglan

Hetta er ein av teimum tveimum hálsketunum, sum løgreglan leitar eftir

Hetta er ein av teimum tveimum hálsketunum, sum løgreglan leitar eftir

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um stuldur og brúkstuldur. Leygarnáttina 11. mai varð ein bilur stolin mitt í Havn, og tá kom løgreglan fram á tvær hálsketur. Í hesum sambandi sóknast løgreglan eftir rætta eigara til hálsketurnar, sum síggjast á myndunum her.

- Um onkur veit nakað um hesi hálsprýðini, vinarliga setið tykkum í samband við okkum. Gullhálsketan hevur ein gulloyraring á sær, eina tynnri gullhálsketu og viðhang. Perluketan er sum víst, skrivar løgreglan.

##med2##

Hetta er ein av teimum tveimum hálsketunum, sum løgreglan leitar eftir