Bilurin fór í tvey

Bilurin skuldi skifta dekk, men meðan hann var uppi á lyftuni, fór hann í tvey.

Bilurin hjá Tore Ingebrigtsen hevur sæð sínar bestu dagar. Mynd: Tore Ingebrigtsen.

Bilurin hjá Tore Ingebrigtsen hevur sæð sínar bestu dagar. Mynd: Tore Ingebrigtsen.

 

Norðmaðurin, Tore Ingebrigtsen og ein vinmaður, høvdu lagt ætlanir um at skifta nýggju dekkini á bilinum út við gomul dekk, tí 20 ára gamli bilurin skuldi skrottast.

Men, hetta gekk ikki, sum ætlað.

- Vit skuldu bara hiva bilin upp og kanna, um rustur var undir botninum. Men, tað tók ikki langa tíð at finna út av hesum, sigur bileigarin við VG.

Tore Ingebrigtsen sigur, at hann gjørdist rættiliga ovfarin av hendingini. - Eg sá bara afturpartin á bilinum loysna frá frampartinum, og knappliga var bilurin farin í tvey.

Hóast hetta í fyrsta umfari var ein undarlig og kanska eisini eitt sindur stuttlig hending, var hendingin kortini tankavekjandi.

- Hesin bilurin koyrdi á vegunum í 2019. Tað er ræðandi at hugsa sær, at slíkir bilar koyra úti á vegunum.

Tore Ingebrigtsen vísir á, at hetta er ikki ein ókendur trupulleiki. - Alt sær gott út við stellinum á bilinum, men innaní er alt oyðilagt, leggur hann aftrat í samrøðu við VG.

 

 

Bilurin hjá Tore Ingebrigtsen hevur sæð sínar bestu dagar. Mynd: Tore Ingebrigtsen.