Bjartskygdur landsstýrismaður: Støðan er positiv

– Tað kunnu vit fyrst og fremst takka Føroya fólki fyri, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Allir partar í føroyska samfelagnum hava tikið sín part av ábyrgdini, og tí er støðan positiv.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum um korona-støðuna í Føroyum beint nú.

Hann sigur, at tað er fyrst og fremst Føroya fólki fyri at takka, at vit hava viðrák í stríðnum ímóti korona.

Men hann heldur, at enn er ov tíðliga at siga, at vit hava vunnið stríðið. Hann sigur, at gongdin hesa næstu tíðina verður fullkomiliga treytað av, hvussu føroyingar bera seg at.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá støðuni