Bloomberg brúkar metupphædd til lýsingar

Fyrrverandi borgarstjórin í New York Michael Bloomberg hevur ætlanir um at brúka heilar 33 milliónir dollarar upp á lýsingar í eina viku í sjónvarpi framman undan dystinum at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum.

Milliardingur og fyrrverandi borgarstjóri í New York, Michael Bloomberg, ætlar sær at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum (Savnsmynd) - Mynd: Yana Paskova/Ritzau Scanpix

Milliardingur og fyrrverandi borgarstjóri í New York, Michael Bloomberg, ætlar sær at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum (Savnsmynd) - Mynd: Yana Paskova/Ritzau Scanpix

Lýsingarnar skulu eftir ætlan vísast í sjónvarpi kring landi í 99 býum um alt landið fram til 3. desember. Tað vísa tøl frá Advertising Analytics, skrivar New York Post.

Einki annað valevni hevur brúkt so nógva rpengar upp á sjónvarpslýsingar í eina vikun.

– Bara Tom Steyer hevur brúkt fleiri pengar upp á sjónvarpslýsingar. Hann er uppi á 38 milliónum dollarar. Men lýsingarnar hjá honum hava verið at sæð síðani juli, sigur greinari hjá Advertising Analytics, Ben Taber, viðl New York Post.

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

Milliardingur og fyrrverandi borgarstjóri í New York, Michael Bloomberg, ætlar sær at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum (Savnsmynd) - Mynd: Yana Paskova/Ritzau Scanpix