Bólkur 2 má fáa betri sømdir

Síðani 2014 er framgongd í øllum skipabólkum uttan í bólki 2. Við at samanbera árið 2014 við árið 2018 sæst, at bólkur 2 hevur eina afturgongd á 18 %. Slík afturgongd merkist, og ger at skip í bólki 2 eru undir serligum trýsti og hava torført við at fáa rakstur í virksemið og at halda uppá manningina.

Skipini í bólki 2 eru álitið undir stórum parti av flakavinnuni og er við til at veita tað fjølbroytnið í fiskiflota okkara, sum er alneyðugt fyri høvuðsvinnuna. Tí eiga vit at fremja politisk átøk, ið lætta um hjá hesum bólki.

 

Marka makrel ella sild til bólk 2

Trolararnir í bólki 2 hava víst, at teir saktans kunnu fiska makrel og sild. Á vitjan hjá Pelagos í Fuglafirði var upplýst okkum í Javnaðarflokkinum, at trolarar í bólki 2 kunnu avreiða makrel við høgari góðsku. Hetta eiga teir at sleppa at gera. Vit eiga at útluta eitt tonsatal til bólk 2 við tí treyt, at tonsini skulu fiskast av skipum í bólki 2. Hetta fyri at styrkja um inntøku og rakstur hjá hesum skipum.

 

Betri uppboðssøla av veiddum fiski

Vit hava sæð í bløðunum í summar, at kravið um, at 25 % av veiddum fiski skal á uppboðssølu, ikki virkar nóg væl. Vit eiga at fáa hetta at virka eftir ætlan, so talan er um marknaðarprís. Fría kappingin um hesi 25 % av veiðuni tænir sjómanninum. Bæði tí prísurin í flestu førum gerst hægri, men eisini tí at ein góð vælvirkandi uppboðssøla av veiddum fiski kann geva grundarlag fyri, at fleiri virki í Føroyum standa seg. Eru fleiri virkir í Føroyum, er eisini grundarlag fyri betri prísi.

 

Vinnan og frøðin sessist saman

Á heysti 2018 var ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri vinnuna, Havstovuna og fyrisitingina, settur at gera uppskot til umsitingarætlan fyri fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum og í tí sambandi eisini eftirmeta skipanina í fiskiskapinum í síni heild. Arbeiðsbólkurin framdi tað bragd at orða eitt eitt felags uppskot til umsitingarætlan. Eftir arbeiðssetninginum skuldi arbeiðsbólkurin eisini eftirmeta dagaskipanina og aðrar reguleringar í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi.

Eg vil mæla til, at arbeiðsbólkurin, ið hevur víst í verki, at hann kann fremja skilagóð tøk, fær umstøður alt fyri eitt at fara undir at fullføra arbeiðssetningin. 

Fyri bólk 2 kundi ein eftirmeting av lutfallinum millum meskastødd og økisfriðing verið áhugaverd. Kundi tað verið skynsamari fyri stovnin at hækka meskastøddina og samstundis linka friðingarkravið? Møguliga kann ein loysn fyriliggja, ið kann gera tað liviligari bæði hjá upsanum og bólki 2. 

 

Okkara skylda at hjálpa

Politiska skipanin eigur ikki at venda blinda eygað til, tá ein partur av flota okkara stendur við risa avbjóðingum. Kunnu vit gera hjálpandi átøk uttan at tað gongur út yvir umsitingarætlan og góða stovnsrøkt, eiga vit at gera tað. Tá Javnaðarflokkurin skrivar í valskránna, at “ Heimaflotin skal hava betri karmar”, er talan um allan heimaflotan. Tá avbjóðingin er størst í bólki 2, er tað serliga her tað áliggur okkum at betra karmarnar í verandi støðu.

 

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin