Bólkur 5 skal skipast av nýggjum

Tað skal gerast nógv einfaldari at bólka útróðrarbátar í bólki 5, tað eru útróðrarbátar undir 15 tons, í fullriknar og ófullriknar útróðrarbátar – ella útróðrarmenn, alt eftir hvussu tað verður skrúvað saman.

Fyri at fáa eitt A-loyvi í bólki 5 eigur tað at vera nóg mikið at lata eina váttan við trú og heiður um, at ein livir av útróðri og lýkur treytirnar fyri hjáinntøku.

Vísa upplýsingarnar seg so kortini at vera skeivar, fellur hamarin, eins og hann ger, um skeivar upplýsingar verða latnar í sambandi við eitt nú skattasjálvuppgávu.

So einfalt kann tað gerast.

Torgreitt og byrokratiskt
Í dag skal ein útróðrarmaður fyrst dokumentera sítt virksemi í høvd í reyv tvey ár aftur í tíðina, áðrenn hann kann kalla seg útróðrarmann burturav og fáa eitt A-loyvi.

Reglurnar eru ásettar í kunngerð nummar 76 frá 22. mai 2019. Men avmarkandi hjáinntøkuásetingarnar koma ikki í gildi fyrr enn í 2021, tí Vørn skal brúka inntøkuupplýsingar frá næstseinasta álmanakkaári sum dokumentasjón.

Ja, hetta er torgreitt, og eg skal spara lesaran fyri smálutirnar. Men tað stutta av tí langa er, at fram til 2021 eru als ongar avmarkingar fyri, hvussu nógv ein útróðrarmaður kann hava í hjáinntøku, sama um talan er um eitt A-loyvi ella eitt B-loyvi.

Vællønt brúka dagarnar
Menn, sum hava høga ársinntøku frá øðrum, føstum arbeiði, men frí helvtina av árinum, kunnu tí fiska so galið, teir vilja.

Fyrst í bólki 5 B, har teir kunnu fiska dagarnar undan teimum, sum annaðhvørt hava tørv á at fiska seg til eitt A-loyvi, tí teir ætla at liva av útróðri, ella bara royna at fáa eitt ískoyti til eina annars soltna inntøku ella pensjón.

Síðani í bólki 5 A, har teir fiska dagarnar undan teimum, ið onki annað livibreyð hava enn útróður.

Fyri at tryggja, at tey, ið veruliga hava fiskidagarnar fyri neyðini, eisini fáa teir, mugu strangari ásetingar til. Men sum nevnt er ikki neyðugt, at alt skal skjalprógvast frammanundan. Ein váttan við trú og heiður er nøktandi í fyrstu syftu.

Stórur munur á bátum
Ein annar purningur er, um tíðin ikki er komin til at hyggja nærri at sjálvari fiskidagaskipanini í bólki 5.

Tað er bara ein støddaravmarking fyri bátar í bólki 5, teir skulu vera undir 15 tons.

Men er til dømis nøkur meining í, at regulera ein 40 fóts deksbát, sum rør út við línu, og ein 30 fóts bát, sum bara fiskar við snellu, eftir neyvt sama leisti?

Eg veit væl, at tveir dagar við snellu telja sum ein við línu, men kortini er veiðitrýstið bestemt ikki býtt í sama lufalli.

40 fóts deksbáturin kann seta og draga næstan líka nógva línu sum ein størri línubátur og fær roynt, sjálvt um tað sjaskar eitt sindur. 30 fóts báturin harafturímóti hevur kanska fýra snellur, og tað er sera avmarkað, hvat ein ella tveir mans kunnu draga av grunni við teimum. Umframt at 30 fóts báturin valla loysir úr bátahylinum, um vindferðin fer upp um átta metur um sekundið – eitt andøvsgul.

Reiðskapur og bátastødd
At loyva púra fríum fiskiskapi við hesum smáu snellubátunum er helst sera ivasamt – tí teir eru sera nógvir í tali og kunnu tí tilsamans fiska stórar nøgdir. Ein varin roynd kundi tó verið gjørd.

Undir øllum umstøðum eigur greiður skilnaður at verða gjørdur ímillum fiskiskap við línu og snellu í bólki 5, og skilnaður eigur eisini at vera ímillum teir minstu og teir størstu bátarnar. Júst hvar støddarmarkið skal vera, duga onnur betur á at skyna enn eg.

Og sjálvandi eigur innanhýsis býtið av døgum í bólkinum at stillast av nýggjum, tá hann er skipaður av nýggjum.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi