Borgarstjórin í London: Trump ikki uppiborið ríkisvitjan

Donald Trump er ein fyrimynd fyri ytsta høgraveingin, sigur borgarstjórin í London, meðan Trump vitjar í býnum.

Borgarstjórin í London, Sadiq Khan, og amerikanski forsetin Donald Trump, hava fleiri ferðir funnist at hvør øðrum. - Mynd: Odd Andersen, Tolga Akmen/Ritzau Scanpix

Borgarstjórin í London, Sadiq Khan, og amerikanski forsetin Donald Trump, hava fleiri ferðir funnist at hvør øðrum. - Mynd: Odd Andersen, Tolga Akmen/Ritzau Scanpix

Bretland fer at angra at hava havt amerikanska forsetan, Donald Trump, á ríkisvitjan.

Soleiðis sigur borgarstjórin í Londin, Sadiq Khan.

Útsøgnin kemur, samstundis sum Trump í dag vitjaði á bústaðnum hjá forsætisráðharranum í London.

– Hann átti ikki at verið her á ríkisvitjan og fingið eina ríkisdøgurða. Tað er ein æra, sum bert skal gevast nøkrum fáum forsetum.

– Eg haldi, at vit komandi árini fara at angra at hava givið Donald Trump hesa ríkisvitjan, sigur borgarstjórin við Sky News.

Kahn og Trump hava verið í stríði hvør við annan í eina tíð.

Seinast í samband við ríkisvitjanina hjá Trump. Stutt fyri vitjanina segði Khan, at bretar ikki áttu at rulla reyða leyparan út fyri Trump. Tað fekk Trump í gjár millum annað at kalla Khan fyri ein tapara.

– Soleiðis vænti eg, at m´n 11 ára gamla dóttir uppførir seg, sigur Khan.

Spurdur um hann ikki átti at jarðað stríðsøksina, sigur Khan:

– Eg kann ikki tiga, tá rættindi hjá kvinnum og rættindi hjá LGBT+-persónum verða skerd í USA. Eg kann ikki tiga, tá leiðarin í frælsa heiminum verjir nationalistar, nýnazistar og antisemittar.

Hann heldur, at bretska stjórnin átti at sagt sum var við Donald Trump.

– Vit áttu at spurt, um hann ikki er greiður um, at hann er fyrimyndin hjá ytsta høgraveinginum kring allan heimin, sigur Sadiq Kahn.

Donald Trump kom í morgin til Downing Street 10 í London.

Tá hann hitti hann forsætisráðfrúuna, Theresu May, í morgun, tyktist ikki, sum um tey góvu hvør øðrum hondina.

May tó millum annað í hondina á fyrstufrúuni, Melaniu Trump, sum stóð við síðuna av forsetanum.

 

/ritzau/

 

 

Borgarstjórin í London, Sadiq Khan, og amerikanski forsetin Donald Trump, hava fleiri ferðir funnist at hvør øðrum. - Mynd: Odd Andersen, Tolga Akmen/Ritzau Scanpix