Borgarstjórin í Sjóvar kommunu stillar upp

 

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, stillar upp fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum.

 

Artur Johansen er 49 ára gamal, búsitandi á Strondum saman við konuni Marjun og trimum børnum. Artur er útbúgvin grannskoðari og hevur seinastu 11 árini verið borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Sum borgarstjóri og virkin javnaðarmaður seinastu mongu árini hevur hann drúgvar royndir í politikki og gott innlit í bæði kommunal- og landspolitikk.

 

-       Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin, tí eg vil lyfta tey, sum í gerandisdegnum hava tað tyngri enn onnur. Hóast nógv er gjørt á hesum økinum, so er framvegis nakað eftir á mál. Tað er høvuðsorsøkin til, at eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin. Vit hava tað ikki gott í Føroyum, fyrr enn øll hava tað gott, sigur Artur Johansen.