Tað er nú greitt, at ein nýggjur listi fer at stilla upp til kommunustýrisvalið í Fuglafirði. Tað er Listi Á, sum hevur ellivu valevni á listanum, fimm kvinnur og seks menn.
Eitt av valevnunum er Sonni á Horni, sum er borgaratjóri í Fuglafirðu og afturat sær hevur hann eisini Ólav Larsen, sum er bygdaráðslimur og formaður í mentamálanevndini, umframt níggju onnur valevni.
Tey fara til val við herrópinum, trivnaður, umhvørvi og samstarv. Tey siga í eini fráboðan, at tey vilja tryggja, at tað er borgarin sum er í miðdeplinum, tá kósin verður sett fyri tey næstu fýra árini.
Tey vilja slóða fyri, at fólk flyta til Fuglafjarðar og tey fara at leggja dent á umhvørvið, eisini í samband við, hvussu bygningar og lendi verður skipað so at Fuglafjørður kann gerast ein fyrimyndarlig kommuna á tí økinum. Tey vilja eisini hava gott samstarv við vinnuna og ímillum kommunurnar, og við landsmyndugleikarnar.
Tey sum stilla upp á lista Á, eru:
Gudny Vang,
Ólavur Larsen,
Lillian Jacobsen,
Sonni á Horni,
Bergtóra Cederiusdóttir,
Sæbjørn Leiti,
Niels Midjord,
Rebekka P. Zelander,
Thordur Egholm,
Anna H. Abrahamsen
Jóhan Petersen