Boris Johnson breyt lógina

Tað var ólógligt, tá bretski forsætisráðharrin sendi tjóðartingi til hús. Ta niðurstøðu er hægstirættur í Londin júst komin til.

Nú valdar fullkomin ruðuleiki, tí við avgerðini hjá hægstarætti valdar fullkomin óvissa um, hvussu Bretland skal fara úr ES.

Avleiðingin er, at avgerðin hjá forsætisráðharranum um at senda tingið til hús er tikin aftur.