Boris Johnson hevur mist meirilutan í bretska tjóðartinginum

Konservativi tinglimurin Phillip Lee hevur í dag boðað frá, at hann skiftir flokk og verður limur í Liberaldemokratunum.

Forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnsen, hevur í dag mist meiriluta sín í bretska tjóðartinginum.

Tað er greitt, eftir at konservativi tingmaðurin Phillip Lee er farin upp í Evropavinarliga flokkin Liberaldemokratarnar.

Phillip Lee fór úr sessi sínum hjá teimum konservativu og fór yvir til nýggja flokkin, tá Boris Johnson fór at røða í Undirhúsinum.

– Eg er komin til ta niðurstøðu, at tað ikki longur er gjørligt at tæna veljarum mínum og áhuga landsins sum konservativur tingmaður, skrivar Phillip Lee í eini fráboðan.

/ritzau/Reuters

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }a:link, span.MsoHyperlink { color: blue; text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: rgb(149, 79, 114); text-decoration: underline; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }