Boris Johnson: Húsaófriður hevur ikki áhuga millum manna

Stórar yvirskriftir hava verið í bretsku miðlum um ógvusligt klandur millum Boris Johnson og unnustuna.

Boris Johnson, sum er favorittur at gerast næsti forsætisráðharri í Bretlandi, vil ikki svara upp á spurningar um húsaófrið í heimi sínum.

Hann sigur á einum fundi í Birmingham fyri konservativar veljarar, at tað hevur ikki áhuga fólksins, verður sagt í fleiri bretskum miðlum.

Løgreglan var fríggjamorgunin kallað út til heimi hjá Boris Johnson í Londan, har hann býr saman við unnustuni Carri Symonds. Har var glassorl og rópt vórðu ókvæmisorð millum tey bæði. Tað fekk grannar at ringja til løgregluna, sum kom á staðið. Her var staðfest, at eingin var komin til skaða, og at alt sá út til at vera í lagi.

– Eg haldi ikki at fólk vilja hoyra um slíkt, um eg altso ikki taki feil.

– Eg haldi, at tað, sum tey vilja hoyra nakað um, eru ætlarnir mínar fyri landið og flokk mín, sigur Boris Johnson.

Hann kappast við Jeremy Hunt, uttanríkisráðharra, um plássi sum formaður fyri Konservativa flokkin. Tað skal avgerast við eini uratkvøðugreiðslu, hvør úrslit væntast 22. juli.

Vinnarin verður eisini næsti bretski forsætisráðharrin.

Søgan um húsaófrið hjá Boris Johnson gav í gjár nógvar yvirskriftir í brestkum bløðum. Fleiri miðlar skriva, at tað skapar órógv í Konservativa Flokkinum, tí tað birtir undir tað kaos, sum frammanundan er við brexit.

 

/ritzau/Reuters