Boris Johnson tapti aftur atkvøðugreiðslu um brexit

Boris Johnson, forsætirsráðharri í Bretlandi, tapti aftur í kvøld týdningarmikla atkvøðugreiðslu um at gjøgnumføra brexit og tíðarætlan um tað

Tað var ein fegin Boris Johnson, tá undirhúsið í kvøld fyri fyrstu ferð síðani fólkaatkvøðuna um at fara úr ES í 2016 atkvøddi fyri eini ætlan um at fara úr ES.

Fyri óru 329 atkvøður og í móti vóru 299.

Men góðan hálvan tíma seinni kom úrslitið av eini sera týdningarmiklari atkvøðugreiðslu. Hon snúði seg um  tíðarætlanina fyri neyðugu lógarviðtøkunum, sum skulu føra til, at Bretland kann fara úr ES.

Tað atkvøðugreiðsluna tapti hann. Bara 308 v’oru fyri, meðan 322 tingfólk vóru ímóti.

 

/ritzau/