Boris Johnson umhugsar at flyta Yvirhúsið úr London

Sambært The Synday Times ætlar bretski forsætisráðharrin at flyta Yvirhúsið til York í landnyrðings Onglandi.

Forsætisráðharrin Boris Johnson vil styrkja samband sítt við Norðurongland, og tí umhugsar hann at flyta Yvirhúsið hagar, skrivar Sunday Times. (Arkivfoto) - Foto: Jessica Taylor/Ritzau Scanpix

Forsætisráðharrin Boris Johnson vil styrkja samband sítt við Norðurongland, og tí umhugsar hann at flyta Yvirhúsið hagar, skrivar Sunday Times. (Arkivfoto) - Foto: Jessica Taylor/Ritzau Scanpix

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, umhugsar at flyta Yvirhúsið út úr London til landnyrðingsenska býin York.

Tað skrivar bretska blaðið Sunday Times, sum vísir til ónevndar keldur.

Johnson vann sannførandi valið í síðsta mánaði. Tá lovaði hann samstundis at økja íløgurnar í norðrara partinum av Onglandi, sum síðani fíggjarkreppuna hevur verið raktur av afturgongd í ídnaðinum.

Sambært blaðnum hevur Boris Johnson givið boð um at fara undir at leggja flytanina til rættis. Blaðið vísir á, at konservativi leiðarin vil at halda fast um stuðulin frá veljarunum í økinum.

Eitt møguligt stað, har Yvirhúsið kann vera, er sambært Sunday Times ein almennur bygningur nærindis jarnbreytarstøðini í York.

York, sum rómverjar bygdu og sum er kendur fyri sín miðaldarinnar stóra katedral, er staðið, Johnson helst vil flyta Yvirhúsið til. Síðani er Birmingham, sum er næststørsti býur í Onglandi næsta valið.

Eitt sindur fleiri enn 200.000 fólk búgva í York.

Yvirhúsið er annar parturin av tinginum í Bretlandi. Tað hevur røtur heilt aftur í 1400 talið og hevur fyrr virkað sum kærurættur. Í dag fremur Yvirhúsið lógartekniskar kanningar av stjórnaruppskotum.

Í Yvirhúsinum eru 743 limir og hevur Yvirhúsið sæti í Palace of Westmister í London.

Limirnir í Yvirhúsinum eru fyri tað mesta tilnevndir av forsætisráðharranum.

Boris Johnson er mitt í fyrireikingunum til brexit, sum kemur í gildi um minni enn tvær vikur.

Johnson vann í desember tjóðartingsvalið við tryggum meiriluta upp á 453 sessir av tilsamans 650 sessum í Undirhúsinum. Harvið røkk hann sterksta konservativa meiriluta síðani 1987.

 

/ritzau/Reuters

 

 

Forsætisráðharrin Boris Johnson vil styrkja samband sítt við Norðurongland, og tí umhugsar hann at flyta Yvirhúsið hagar, skrivar Sunday Times. (Arkivfoto) - Foto: Jessica Taylor/Ritzau Scanpix