Bretski hægstirættur: Tað var ólógligt at senda tingið heim

Tað varð einmælt samtykt av teimum 11 dómarunum í bretska hægstarætti, at tað var ólógligt av Boris Johnson, forsætisráðharra, at senda tingið heim.

Evsti dómstólur sigur í niðurstøðu í morgun, at avgerðin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, at senda tingið í heim í fimm vikur, var ólóglig.

Tað var full semja millum teir 11 dómarar nar, sum gera greitt, at hetta er eitt mál fyri dómstólarnar.

– Avgerðin um at senda tingið heim var ógyldug og hevði ongan virknað. Dómstólurin má tí koma til ta niðurstøðu, at avgerðin um at mæla Hennara Hátign til at senda tingið heim var ólóglig sigur forsetin í hægstarætti, Brenda Hale, í niðurstøðuni.

Hon sigur víðari, at málið er sermerkt og neyvan fer at endurtaka seg.

Politiskir eygleiðarar í Londan kalla niðurstøðuna »sensationella«.

Ráðharrar í konservativu stjórnini hava sagt, at málið um at senda tingið heim ikki var eitt mál fyri dómstólarnar.

Sambært niðurstøðuni er tingið ikki sent heim, og nógvir tjóðartingslimir mæla til, at tingið verður kallað saman sum skjótast.

– Tað er nú upp til tingið – og júst tingformannin – at gera av, hvat skal henda, stendur í niðurstøðuni.

Tingformaðurin, John Bercow, sigur, at Undirhúsið kemur saman skjótt.

Leiðarin í arbeiðaraflokkinum Labour, Jeremy Corbyn, heitir á Johnson um at leggja frá sær sum avleiðing av niðurstøðuni.

Stjórnin hevur latið skilt, at hon við virða hægstarættarniðurstøðuna.

Dómstólurin hevur við eini hoyring í tríggjar dagar tikið støðu til tvey kærumál. Annað var frá handilskvinnuni, Ginu Miller, og hin frá stjórnini.

Miller hevði kært, eftir at ein lægri dómstólur kom til ta niðurstøðu, at avgerðin um at senda tingið heim »útilokandi var politisk« – og ikki eitt mál fyri dómstólarnar.

Stjórnin kærdi, eftir at evsti dómstólur í Skotlandi hevði sagt tað vera ólógligt at senda tingið heim. Dómstólurin segði tað verða eina roynd at »skerja« ávirkanina hjá tjóðartinginum.

 

/ritzau/