Brexit-kjak: Johnsen svaraði ikki fleiri truplum spurningum

Boris Johnson svarar ikki greitt uppá, hvussu langt hannv il fara fyri at tvinga brexit ígjøgnum í seinasta lagi 31. oktober.

Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin Boris Johnson, sum er favorittur at gerast forsætisráðharri í Bretlandi, heldur uppá í sjónvarpskjaki, at landið skal úr ES 31. oktober.

Tað skal henda, hvrt tað verður við eini skilnaðaravtalu við ES ella ikki.

– Tað er nú ella ongantíð, sigur Johson.

##med2##

Mótvalevnið hjá Boris Johnson, Jeremy Hunt, uttanríkisráðharri, leggur hann undir at hava sett ein »falska deadline« fyri at tryggja sær stuðul í stríðnum um at gerast landins næsti forsætisráðharri.

– Tað er ikki nú ella ongantíð, ikki so? Tað er Boris í nummar 10, tað snýrs eg um, svarar Hunt við tilsiping til bústaðin hjá forsætisráðharranum í Downing Street 10.

Hunt helt á at spyrja, um Johnson so fór at leggja frá sær, um hann sum forsætisráðharri ikki tryjjaði, at brexit gerst veruleiki í seinasta lagi 31. oktober.

Men Johnson vildi ikki svara spurninginum.

Tann ljóshærdi fyrrverandi uttanríksiráðharrin savaraði heldur ikki greitt uppá, um hann vil senda tingið heim fyri at tvinga brexit ígjøgnum uttan avtalu við ES.

Men stut fyri sjónvarpskjakið í kvøld samtykti bretska Undirhúsið við smølum meiriluta uðð a´293-293 eitt nýtt tiltak, sum kann gera tað truplari hjá einum komandi forsætisráðharra júst at senda tingið heim.

Ein meirilut í Undirhúsinum hevur víst sína mótstøðu ímóti tí sonevnda no deal-scenariinum.

Boris Johnson verður mettur sum favorittur at taka við eftir Theresu may, eftir at hon í síðsta mánaði boðaði frá, at hann leggur frá sær.

Tí skal ein nýggjur floksleiðari tilnevnast um tvær vikur, sum eisini verður nýggjur forsætisráðharri

Teir umleið 60.000 limirnir í Konservativa Flokkinum skulu atkvøða um, hvønn av teimum báðum valevnunum tey vilja hava sum floksleiðara.

Úrslitið vætnast almannakunngjørt 23. juli.

 

/ritzau/Reuters

Jeremy Hunt og Boris Johnson, sum dystast um at vinna formanssessin í Konservativa flokkinum í Bretlandi og harvið at gerast næsti forsætisráðharri, saman við Julie Etchingham, journalisti, í sjónvarpskjaki í kvøld. Mynd: Matt Frost/ITV/Hando