British Airways fær milliardabót fyri trygdarbrot

Eitt trygdarbrot í 2018 kostar British Airways nógvar pengar. Felagið harmast avgerðina, skrivar BBC.

British Airways boðar frá, at felagið stendur til at fáa eina metstóra bót upp á 183 milliónir pund – umleið 1,5 milliardir krónur – fyri eitt brot á felagsins trygdarskipanir í fjør.

Felagið, sum spanskt-bretska felagi IAG eigur, er bæði »ovfarið og skuffað« av bótini, sum verður givin av dataeftirlitinum ICO.

Tað er tann størsta bótin, sum ICO nakrantíð hevur givið einum felag og tann fyrsta, sum vegna nýggju reglarnar verður almannakunngjrød, skrivar sjónvarpsstøðin.

Bótin verður givin eftir eitt mál, har hakkarar stjólu kredittkortupplýsingar frá umleið 500.000 ferðafólkum í 2018.

Her segði British Airways, at hakkararnir høvdu gjørt eitt »framkomið, ónt ólop á heimasíðuna«.

Sambært gjaldsfelagnum Nets, sum eigur Dankortið, vóru fleiri donsk kort eisini rakt, tá upplýsingarnir frá teimum mongu kredittkortunum vórðu stolin í fjør.

 

/ritzau/