Britta Nielsen aftur sjúk: Kann ikki møta í rættinum

Í dag skuldi Britta Nielsen, sum er ákærd fyri at hava stoli 117 milliónir frá danska almannaverkinum, vitna í rættinum í Keypmannahavn, men hon er sjúk og er tí ikki møtt í rættinum.

Noma Nabipour er verji hjá Brittu Nielsen

Noma Nabipour er verji hjá Brittu Nielsen

Tað upplýsir Vivi Sønderskov, rættarforkvinna, í Københavns Byret.

Á dagsins rættarfundi var ætlanin, at fleiri av starvsfeløgunum hjá Brittu Nielsen skuldu vitna, men eftir øllum at døma verður dagurin í staðin brúktur uppá, at ákærumyndugleikin kann framleggja enn fleiri skjalprógv.

Hetta vil verji henarara, Noma Nabipour advokatur, tó ikki góðtaka uttan víðari. Hann vísir á, at hann fyrst má hava samtykki frá klienti sínum um, at málið kann ganga, sjálvt um hon ikki er til staðar.

Eftir stuttan steðg, har hann hevði møguleika at ringja til hennara, boðaði hann rættinum frá, at Britta Nielsen ikki vil geva samtykki til, at rættarfundur kann vera uttan hana í dag. Harvið er rættarfundurin í dag avlýstur.

Rætturin fekk skjúkrameldingina í morgun klokkan 8:31 danska tíð.

Harvið er tíðarætlanin enn einaferð farin av lagi. Ætlanin var at endaligur dómur skuldi sigast seinast í november, men tann æltanin er langtsíðani farin í vaskið.

Tí er óvist, nær málið endar.

Rættarforkvinnan vil fegin hava, at settur verður av enn ein dagur í rættinum, men Nima Nabipour, verji, sigur, at hann valla hevur pláss í kalendara sínum og tí hevur trupult við at kroysta ein eyka dag inn hesu megin nýggjár.

 

/ritzau/

Noma Nabipour er verji hjá Brittu Nielsen