Britta Nielsen fekk dánilsi – sjúkrabilur boðsendur

Britta Nielsen, sum í dag situr á ákærubeinkinum í býarrættinum í Keypmannahavn í stóra svikamálinum, har hon er ákærd fyri at hava stoli 117 milliónir frá arbeiðsgevara sínum, danska Almannaverkinum, fekk fyri løtu síðani eitt dánilsi, og rættarfundurin varð avbrotin.

Boð eru send eftir sjúkrabili umvegis 112, skrivar Ritzau.