Britta Nielsen gav børnum og versoni sjey milliónir

Frá 1997 til 2018 tók Britta Nielsen umleið 25 milliónir krónur í peningasjálvtøkum í Danmark.

Tað svikskuldsetta Britta Nielsen flutti umleið sjey milliónir krónur til tey trý børnini hjá sær og versonin.

Tað kom fram í Býarrættinum í Keypmannahavn í dag, har ákærumyndugleikin er í ferð við próvførsluna.

Tilsamans heldur ákærumyndugleikin, at Britta Nielsen á ólógligan hátt hevur fingið 116.023.862 krónur inn á egnu konto sínum tey 25 árini, sum svikið hevur vart.

Og tað var av hesi stóru køku, at børnini og versonurin fingu ein bita.

Versonurin fekk umleið 380.000 krónur, sonurin fekk umleið 2,8 milliónir krónur, og báðar døturnar fingu ávkiavst 2,7 og 1,3 milliónir krónur.

Øll eru skuldsett fyri groft folabrotsverk (hæleri).

Um tey eru skuldsett fyri júst hesar upphæddir, er ikki komið fram enn.

Tey nokta seg sek, og greitt er ikki, hvussu langt ákærumyndugleikin er komin í arbeiðinum við at finna út av, um ákæra skal reisast ímóti øllum fýra.

Ákærurnar skjalfesta annars, hvussu Britta Nielsen frá 1997 til 2018 tók 25 milliónir krónur úr peningasjálvtøkum í Danmark.

Útskriftir, sum eru vístar í rættinum, avdúka, hvussu hon ofta tók 15.000 krónur út í senn. Tað endi viðhvørt fleiri ferðir um dagin.

 

/ritzau/