Britta Nielsen kann sleppa leys á vári í 2023

Hóast hon í dag varð dømd í 6,5 ára fongsul, so kann hon royndarleyslatast um góð trý ár.

Fyrrverandi deildarleiðarin í danska Almannaverkinum Britta Nielsen kann merkja frælsið aftur longu á vári í 2023, um hon megnar at verða royndarleyslatin eftir at hava sitið tveir triðingar av dóminum.

Í veruleikanum hevur hon longu sitið ein part av dóminum upp á seks ár og seks mánaðir, sum býarrætturin í Keypmannahavn í dag dømdi hana.

Hon hevur verið varðhaldsfongslað síðani november í 2018, tá hon var útleverað úr Suðurafrika, har hon varð handtikin.

Sambært reglunum hjá Kriminalforsorgini kanst tú søkja um at verða royndarleyslatin, tá ein triðingur av dóminum er eftir.

Ein royndarleyslating hevur við sær, at Kriminalforsorgin ásetur nakrar treytir.

Um tú ikki lýkur treytirnar, ella um Kriminalforsorgin metir, at vandin er ov stórur fyri nýggjum brotsverki, kann umsóknin verða havnað.

Í 2018 vórðu 39 prosent av umsóknunum havnaðar. Men gott 2000 dømd fingu tó loyvi at verða royndarleyslatin.

Ein treyt fyri at sleppa út fyri tíðina er, at tann dømdi hevur eitt stað at búgva og klárar seg fíggjarliga.

Lógin gevur eisini møguleika fyri at verða leyslatin eftir athava sitið helmingin av dóminum.

/ritzau/