Britta Nielsen sjúkrameldað og fer ikki í rættin í dag

Britta Nielsen er ikki møtt í býarrættinum í Keypmannahavn í morgun, tí hon er sjúkrameldað, sigur rættarformaðurin.

Britta Nielsen hevur meldað seg sjúka og er tí ikki møtt í rættinum í morgun. Tað upplýsti rættarformaðurin, tá rættarfundurin varð settur í morgun.

Britta Nielsen fekk eitt dánilsi á rættarfundinum í gjár og varð førd á burtur við sjúkrabili.

Enn er ógreitt, um nakar rættarfundur yvirhøvur verður í dag. Nærri verður at frætta klokkan 9:30, tá rætturin saman við pørtunum í málinum skulu tosa um, hvussu farast skal fram.

 

/ritzau/