Broyta nú reglurnar í sambandi við koronu-kanningar

Summi skulu gjalda sjálvi fyri kanningarn, onnur sleppa framvegis fyri einki

 

Løgmaður á landsfundi hjá Sambandsflokkinum leygardagin.Aftan fyri hann stendur Helgi Abrahamsen, sum var orðstýrari

Løgmaður á landsfundi hjá Sambandsflokkinum leygardagin.Aftan fyri hann stendur Helgi Abrahamsen, sum var orðstýrari

Nú skulu øll tey, sum koma til landið, sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu. Tað hevur landsstýrið gjørt av, gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt á landsfundi í Sambandsflokkinum leygardagin, har hann eisini er formaður.

Líka síðani tað varð eitt krav, at øll, sum koma til landið, skulu lata seg kannað fyri koronu, hevur landskassin rinda fyri kanningarnar. Tað hava løgtingslimir hvassliga átalað, tí tað hevur kostað landskassanum einar tvær milliónir – um vikuna.

Løgtingslimir hava hildið, at hava fólk hug, og ráð, at ferðast, eiga tey eisini at rinda fyri at verða kannað fyri koronu, tí hendan upphæddin, sum tað kostar landskassanum, kundi verið farin til nógv onnur endamál, har hon varð harðliga tiltrongd.

Og nú hevur landsstýrið gjørt av, at frá 1. oktober, skulu øll ferðafólk sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu, sigur løgmaður.

Landsstýrið hevur leingi havt ta áskoðan, at ferðafólk eiga sjálvi at rinda fyri at verða kannað fyri koronu, men trupulleikin hevur verið at finna ein smidligan máta at gera tað upp á

Tað verður flutningsfelagið, Atlantsflog, SAS, ella hvør tað er, sum førir fólk til landið, ið stendur fyri at rinda gjaldið. Akkurat, hvussu tað skal skipast, verður ein spurningur ímillum flutningsfeløgini og Taks, sum fara at tosa saman um tað.

Hvør kanning kostar 390 krónur, men har er mvg talt við og tað fær flutningsfelagið aftur. Sostatt kostar hvør kanning 312 krónur fyri hvørt ferðafólk.

Í eini roynd at forða fyri, at smittan breiðir seg í Føroyum, mæla myndugleikarnir staðiliga til, at øll, sum koma higar, lata seg kanna um aftur tá ið tey hava verið her í seks dagar – og at tey ikki fara út ímillum fólk hesar seks dagarnar til tey eru kannað aðru ferð.

Og Bárður á Steig Nielsen leggur dent á, at tær kanningarnar verða framvegis ókeypis á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hann stúrir fyri, at skal gjald eisini takast fyri tað, fer tað fáa fólk at aftra seg við at lata seg kanna, so er betur at kanningin er ókeypis, og at fólk fylgja tilmælinum.

Løgmaður á landsfundi hjá Sambandsflokkinum leygardagin.Aftan fyri hann stendur Helgi Abrahamsen, sum var orðstýrari