Bústaðarmøguleikar um alt landið

 

Tað eru fleiri kommunur, ið liggja inni við grundøkjum, sum tær ikki fáa selt, tí ungar familjur fáa ikki fígging.

Her er ein møguleiki, sum bert krevur undantaksloyvi ella lítla broyting av byggisamtyktini.

Á einum vanligum grundøki á 500 fermetrar verða bygd eini tvíhús, har onnur íbúðin er 90 fermetrar, og hin er 60. Her er møguleikin hjá eini ungari familju at búgva í teimum 90 fermetrunum. Kommunan kann standa sum eigari av teimum 60 fermetrunum, sum kunnu leigast út sum eldrabústaður.

Ognin kann sundurmatrikulerast í ognarlutirnar A og B.

Húsini nýtast ikki at hava kjallara, men tey kunnu hava høga reising og liðugt gólv á loftinum, soleiðis, at møguleiki er at innrættað loftið seinni. Konstruktiónin er sum vanlig sethús, og húsini kunnu byggjast av handverkarum á staðnum. Sum elementhús vildið tað tikið ein dag ella tveir at reisa og innilokað tey.

Politikkur er at gera broytingar. Javnaðarflokkurin er kendur fyri at gera broytingar, har tørvurin er størstur.

Tað verður seinur dagur, at tað verða raðhús á hvørjum smáplássi, men hesi húsini kunnu byggjast í morgin.

Eitt Ja til Javnaðarflokkin, er eitt Ja til bústaðarmøguleikar um alt landið.

Magni E. Dalsgaard, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.