Bygdaleiðir fara at koyra aftur – men tað verður nógv skert

Men mælt verður framvegis frá at ferðast uttan tá ið tað er alneyðugt

Nú er ætlanin at lata bussarnar hjá Bygdaleiðum taka koyringina upp aftur. Tað upplýsir Strandferðslan í morgun.

Annars løgdu Bygdaleiðir stilt longu 13. mars, men nú er so ætlanin at taka koyringina upp aftur týsdagin 14. apríl. Tað er triðja páskadag, men tað verður eftir eini nógv skerdari ferðaætlan. Og tað verður bara tilkallukoyring. Tað merkir, at tey, sum skulu við, mugu ringja at biðja um pláss áðrenn.

Strandferðslan sigur, at tað er í samráð við Fíggjarmálaráðið og kreppuráðið í sambandi við korona, at koyringin verður tikin upp aftur.

Men í hesum sambandi verða strangar mannagongdir settar í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing, og tær mannagongdirnar hevur landslæknin góðkent, sigur Strandferðslan.   

Í hesum sambandi hevur Strandferðslan útvegað eina stóra nøgd av hondspritti og teir stóru bussarnir fara bara at taka níggju ferðafólk og teir smærru bussarnir fara bara at taka trý ferðafólk.

Talan er bara um tilkallikoyring, og tey, sum skulu við, skulu upplýsa navn og telefonnummar.

Tað er tí, at skuldi onkur av teimum fingið korona skal tað bera til at seta seg í samband við onnur ferðafólk, ið vóru við sama bussi.

Endamálið við trygdartiltøkunum er eisini at forða fyri, at bussførarar, skipsmanningar, og onnur starvsfólk hjá Strandferðsluni, fáa korona, tí fáa tey tað, skulu fleiri onnur eisini í sóttarhald og tað kann leggja bæði koyring og sigling lamið í óásetta tað.

Og tað verður framvegis mælt til bara at ferðast, tá ið tað er alneyðugt

Tann koyringin, sum byrjar triðja pásdag, er rutan ímillum Havnina og Vestmanna, rutan ímillum Havnina, flogvøllurin og Sørvág, rutan ímillum Havnina og Klaksvík, rutan ímillum Klaksvík og Viðareiði, rutan ímillum Skopun og Skálavík og ruturnar ímillum bygdirnar í Suðuroy.