Countrysangarin Kenny Rogers er deyður 81 ára gamal

Amerikanski Kenny Rogers doyði í gjár av nátúrligum orsøkum við familjuni kring seg.

Kenny Rogers doyði í gjár av nátúrligum orsøkum. Hann gjørdist 81 ára gamal.

Kenny Rogers doyði í gjár av nátúrligum orsøkum. Hann gjørdist 81 ára gamal.

Amerikanski countrysangarin kenny Rokers doyði í gjár 81 ára gamal.

Tað skrivar fleiri miðlar, teirra millum Huffington Post og Varietuy.

Sambært miðlunum doyði Kenny Rogers av nátúrligum orsøkum og við familju i kring seg.

– Við eini starvsleið, sum fevnidum seks tíggjuáraskeið, lat Kenny Rogers eftir seg djúp spor í amerikonsku tónleikasøguni, sigur familjan í eini fráboðan sambært Huffington Post.

Tann kendi countrysangarin hevur havt heilsutrupulleikar í longri tíð.

Fyri tveimum árum síðani mátti hann eitt nú av heilsuávum avlýsa fleiri konsertir á síðstu turné síni.

##med2##

Kenny Rogers fekk sítt tónleikaliga gjøgnumbrot í 1958 við lagnum »That Craazy Feeling«, sum eisini tryggjaði honum pláss í vældámdu tónleikasendingini  »American Bandstand«.

Síðani var hann í eina tíð í bólkinum New Christy Minstrels og Kenny Rogers and the First Edition, men í 1974 valdi hann at fara solo.

Í 1977 fekk hann ein Grammy fyri sangin »Lucille«, og longu í 1978 fekk hann aftur ein grammy fyri lagið »The Gamler«. Hann varð í 2018 tikin á The National Recording Registry of the Library of Congress sum amerikanskur mentanararvur.

Í 1983 staðfesti hann plássið á musikalska pallinum við størsta lagnum »Islands in the Strem«. Her syngur hann duet saman við Dolly Parton.

Umframt tónleikastarvsleiðina hevur Kenny Rogers millum annað roynt seg sum sjónleikara, matstlovueigara og havt sítt egna plátufelag.

Kenny Rogers lat eftir seg konuna Wanda Miller og fimm børn.

/ritzau/

 

 

Kenny Rogers doyði í gjár av nátúrligum orsøkum. Hann gjørdist 81 ára gamal.

Kenny Rogers: The Gamler