Dánial Jákup Jakobsen stillar upp fyri Tjóðveldi

 

- Bústaðir kunnu ikki byggja bíligari enn teir gera í dag, tí er trupult at fáa húsaleiguna longur niður. Her haldi eg, at tað almenna eigur at fíggja ein part, sum so vil hava við sær, at man kann leiga bíligari, sigur Dánial  Jákup Jakobsen.

 

 Dánial  Jákup er loysingarmaður og vil tí eisini virka fyri, at vit koma longur fram á fullveldisleið. Vit skulu hava eina stjórnarskipan, sum samstundis er ein leiðregla fyri, hvussu farast skal fram, tá vit loysa.

 

- Frælsi er ikki bara ein dreymur fyri politikarar, men ein dreymur fyri fólkið. Latið ikki trælabandið vera tað sterka bandið; ikki sterkari enn tjóðskapur og trúgv, sigur Dánial  Jákup Jakobsen.

 

Dánial  Jákup Jakobsen er 55 ár, býr á Argjum og starvast til dagligt sum handverkari á vatnverkinum hjá Tórshavnar Kommunu.