Danir vilja sleppa at ferðast til enn fleiri lond

– Vit vilja aftur til eina meira vanliga støðu, har mann kann ferðast aftur, sigur Jeppe Kofod, danskur uttanríkismálaráðharri við TV2.

(Mynd: Max Vetrov / Scanpix Denmark)

(Mynd: Max Vetrov / Scanpix Denmark)

Danska stjórnin arbeiðir nú fyri at finna eina loysn, soleiðis at danir kunnu ferðast til enn fleiri lond. Sum nú er verður mælt frá at ferðast til onnur lond enn Týsklands, Noregs, Íslands, Føroya og Grønlands aftaná 15. juni, tá mørkini til hesi londini lata upp. Hetta er fyribils galdandi til 31. august. 

Danska Uttanríkismálaráðið sigur við TV2, at arbeitt verður fyri, at danir aftur kunnu ferðast so frítt sum gjørligt, helst áðrenn 31. august. Men tað verður ikki sagt, hvørji lond talan kann vera um.

– Vit vilja aftur til eina meira vanliga støðu, har mann kann ferðast aftur, og vit skulu gera tað uppá ein tryggan og frosvarligan máta, sigur Jeppe Kofod, uttanríkismálaráðharri við TV2.

Eisini hevur danska stjórnin í dag boðað frá, at ferðafólkini kortini kunnu yvirnátta á hotellum í Keypmannahavn í summar. Hetta var annars ikki partur av upprunaligu ætlanini

(Mynd: Max Vetrov / Scanpix Denmark)