Danmark: Ávara Turkaland um at halda seg burtur frá Sýria

Uttanríkisráðharrin og verjumálaráðfrúan í Danmark hava boðað Turkalandi frá, at tey ikki góðtaka eina innfrás í Sýria.

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)

Jeppe Kofoed, uttanríkisráðharri, og Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, ávara upp á tað harðasta Turkaland ímóti at gera innrás í Sýria.

Tað siga tey eftir fund í uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum.

– Tað er týdningarmikið at senda eina sterka ávaring til Turkalands um, at einki má gerast, sum skaðar fólkið og sum ger stríðið ímóti Islamskum Stati veikari í landsnyrðingspartinum av Sýria, sigur Jeppe Kofod.

Beint eftir boðini frá Jeppe Kofoed og Trine Bramsen, komi tíðindini frá altjóða tíðindastovum um, at forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, hevur boðað frá, at eitt turkiskt hernaðarátak er sett í verk í landnyrðingspartinum av Sýria.

 

/ritzau/

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)