Danmark: Skulu nú gjalda fyri at hava pengar í banka

Tey, sum eiga yvir 750.000 krónur á konto í Jyske Bank í Danmark skulu frá 1. september rinda 0,75 prosent í rentu, sigur bankin á heimasíðuni.

Í Føroyum hevur BankNordik boðað frá, at vinnukundar skulu rinda negativa rentu fyri innisantandi. Enn er gjald ikki lagt á privatkundar í Føroyum.