Danmark: Stjórnin ynskir samkomuforboð til fleiri enn 2 fólk

Danska stjórnin arbeiðir í løtuni við lóggávu, ið skal herða um revsingina, ið fólk fáa fyri kriminalitet í sambandi við koronasmittu. Samstundis arbeiðir stjórnin í skundi eisini við at fáa hert epidemilógina, soleiðis at myndugleikarnir kunnu seta herd krøv og nýta herdar hættir fyri at avmarka smittuspjaðingini.

Sambært TV2 arbeiðir stjórnin við einum uppskoti, ið skal loyva stjórnini at seta forboð fyri at fleiri enn tvey fólk savnast, har markið í dag er 10 fólk. Samstundis skal tað eisini vera møguligt at steingja almenn pláss, sum sum spælipláss, so at fólk ikki savnast á plássunum.

Fyritøkur og fólk, ið ikki halda upplatingar og samkomuforboð, skulu fáa harðari revsing, stendur eisini í lógaruppskotunum, sigur TV2.

Tey, sum í løtuni ikki yvirhalda samkomuforboð, kunnu í dag revsast við bót á 1.500 krónur, men tann bótin skal frameftir vera 2.500 krónur.

Fyritøkur, handlar og annað, ið hava opið, hóast tey skulu hava afturlatið, fáa í dag eina bót á 5.000 krónur, um talan er um fyrstu ferð, at lógin verður brotin. Stjórnin ynskir, at tann bótin skal vera 10.000 krónur, um fyritøkan hevur færri enn níggju fólk í starvi. Er talan um stóra fyritøku við yvir 50.000 starvsfólkum, skal bótin fyrstu ferð vera 40.000 krónur, og verður lógin brotin tríggjar ferðir, verður bótin 150.000 krónur.

Eftir ætlan skulu uppskotini til viðgerðar í fólkatinginum í dag.