Dannebrog í Havnargøtum í dag

Tað er ikki fyri Fólkatingsvalinum, at býbussarnir í Havn flagga við Dannebrog í dag. Teir flagga, tí grundlógardagur er. Siður er, at býbussarnir flagga við norðurlensku fløggunum á norðurlendsku tjóðardøgunum.

Tað er danska grundlógardegnum, sum bussarnir flagga fyri – ikki fólkatingsvalinum

Tað er danska grundlógardegnum, sum bussarnir flagga fyri – ikki fólkatingsvalinum

Men fólkatingsval er sum kunnugt í dag, og uppmøtingin á teimum størstu valstøðunum bendir á, at lutvíst nógv fólk fara á val.

Valstýrisformaðurin í Havn, Jóan Petur Hentze, segði við FM1 á middegi, at valluttøkan hevði verið 1,1 prosent størrin, enn hon var á seinasta fólkatingsvali. Í Havn hava ímillum 600 og 700 fólk fleiri atkvøðurætt.

Valluttøkan á seinasta fólkatingsvali var lutvíst høg, 65,5 prosent. Í mun til løgtingsval er tað ikki nógv, tí tá svingar valluttøkan um tey 90 prosentini.

Til næstseinasta fólkatingsval var luttøkan niðanfyri 60 prosent.

Tilsamans 37.291 fólk hava valrætt. Størsta valstaðið er í Høllini á Hálsi í Havn, har 12.678 veljarar eru.

Roknað verður við, at úrslitið verður greitt um 23 tíðina í kvøld.

Tað er danska grundlógardegnum, sum bussarnir flagga fyri – ikki fólkatingsvalinum