Danska stjórnin leingir skipan við lønarendurgjaldi

Fram til 29. august kunnu virki í Danmark framhaldandi søkja um endurgjald fyri at senda starvsfólk heim við løn.

(Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)

(Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)

Fyribilsskipanin í Danmark við lønarendurgjaldi til virki,sum senda starvsfólk heim við løn, verður longd frá 9. juli til 29. august.

Tað eru stjórnin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum vorðin samd um. Tað verður upplýst í tíðindaskrivi frá danska fíggjarmálaráðnum.

– Fyribils lønarendurgjaldsskipanin hevur havt havt avgerandi týdning fyri yvir 200.000 danskar løntakarar.

– Samstundis hevur hon verið ein týdningarmikil fyritreyt fyri, at samfelag okkara er væl fyri til næsta stigið í at enduskapa danska búskapin, sigur Nicolai Wammen í tíðindaskrivinum.

Sambært ráðharranum fer tað at kost 2,2 milliardir krónur at leingja skipanina. Higartil hevur skipanin kostað nakað oman fyri 9 milliardir krónur.

Skipanin við endurgjaldinum fyri lønina hevur verið í gildi í Danmark síðani 9. mars.

/ritzau/

(Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)