Danska verjan: Russar hava ikki roynt at ávirka valið

Í september ávaraðu ráðharrar ímóti útlendskari ávrikan á fólkatingsvalið. Tað er ikki hent, upplýsir Claus Hjort Frederiksen, verjumálaráðharri í Danmark.

Verjan hevur ikki staðfest eina ta einastu roynd hjá útlendingum at ávirka valstríðið í Danmark, sigur Claus Hjorth Frederiksen, verjumálaráðharri - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Verjan hevur ikki staðfest eina ta einastu roynd hjá útlendingum at ávirka valstríðið í Danmark, sigur Claus Hjorth Frederiksen, verjumálaráðharri - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tríggir ráðharrar komu í september við eini ætlan og ávaraðu um, at Russland hevði ætlanir um at ávirka úrslitið av danska fólkatingsvalinum.

Men nú valið verður í dag er støðan, at Verjan ikki hevur staðfest eina einastu ætlan hjá útlendingum at blanda seg í valstríðið.

Tað skrivar Berlingske, sum hevur tosað við verjumálaráðharran Claus Hjort Frederiksen.

Spurdur um Verjan ikki hevur staðfest eina einastu roynd hjá Russlandi at ávirka danska valið, svarar ráðharrin »ja«. Hann leggur afturat:

– Tað er møguligt, at onkrir mistankar eru, men tað er ikki dokumenterað nakað, sigur Claus Hjort Frederksen við Berlingske.

Tá verjumálaráðharrin saman við Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, og Anders Samuelsen, uttanríkisráðharra kom við ætlanini í september, var tað grundað á metingar frá Forsvarets Efterretningstjeneset frá 2017 og 2018.

Har stóð, at tað er sannlíkt, at russiskar ávirkanarherferðir fóru at vera ein vaksandi hóttan – eisini ímóti Danmark.

Fregnartænastan niðurtónaði hetta tó í apríl. Nú var sagt, at tað er »minni sannlíkt«, at Russland fer at fremja eina samskipaða ávirkanarherferð ímóti komandi valinum í Danmark.

Fregnartænastan gjørdi tó vart við, at hóttanin skuldi takast í álvara.

– Sjálvt um vit nú meta hetta at vera minni sannlíkt, at vit undir danska fólkatingsvalinum fara at síggja eina heila russiska ávirkanarherferð, so er tað ein hóttan, sum vit skulu taka í ávlara og vera klár til – eisini í Danmark, skrivaði stjórin í Fregnartænastuni Lars Findsen í eini fráboðan.

 

/ritzau/

 

 

 

Verjan hevur ikki staðfest eina ta einastu roynd hjá útlendingum at ávirka valstríðið í Danmark, sigur Claus Hjorth Frederiksen, verjumálaráðharri - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix