Danskt valstríð í Føroyum í dag

Lars Løkke Rasmussen heldur dag nummar 25 í valstríðnum í Føroyum, meðan til dømis formaðurin í Dansk Folkeparti ferðast víðari í Danmark við kaffibarr síni.

Forsætisráðharrahjúnini Sólrun og Lars Løkke Rasmussen umborð á Westward Ho í gjár. (Myndir: Venstres Pressetjeneste)

Forsætisráðharrahjúnini Sólrun og Lars Løkke Rasmussen umborð á Westward Ho í gjár. (Myndir: Venstres Pressetjeneste)

Fjølmiðlatænastan hjá danska stjórnarflokkinum Venstre boðaði í gjár føroyskum miðlum frá, at forsætisráðharrin í dag vitjar í Føroyum.

– Forsætisráðharrin nýtir dagin í Føroyum og vitjar í gomlu fabrikkini Öström til eitt opið kjaktiltak. Vitjanin verður frá klokkan 14:00 til 14:45 á Skálatrøð 18 í Havn.

Síðani verður farið móti havnini á Vestaru Bryggju í Havn, har stjórin á Bakkafrost tekur ímóti forsætisráðharranum. Saman sigla teir báðir til Glyvrar við Hans á Bakka , har forsætisráðharrin millum annað skal hitta nøkur starvsfólk hjá Bakkafrost.

Vitjanin verður millum klokkan 15:30 og 17:30.

##med2##

Dagurin endar við ein samrøðu á matstovuni Koks frammi við Gjónna um møguleikarnar hjá ferðavinnuni í Føroyum. Tann vitjanin verður millum klokkan 18:15 og 19:15.

Venstre bjoðar fjølmiðlunum við til øll tiltøkini og skipar fyri flutningi av fjølmiðlafólkum, sum verða biðinum at bera hava sjónligt pressukort uppi á sær.

Sambært Ritzau, so halda allir hinir donsku floksleiðararnir seg heima í Danmark í dag. Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum hevur boðið morgunbreyð á Svendborg Station í morgun.

Anders Samuelsen úr Liberal Alliance vitjar hjá einum íverkseta, og Kristian Thulesen Dahl bjóðar kaffi í Randers. Kristian Jensen, næstformaður í Vinstra, fer at bjóða reyðar pylsur á Open By Nyght í Esbjerg.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

Forsætisráðharrahjúnini Sólrun og Lars Løkke Rasmussen umborð á Westward Ho í gjár. (Myndir: Venstres Pressetjeneste)

Vermóðir forsætisráðharrans, Bergljót av Skarði