Danskur golfspælari ákærdur fyri kynsligan ágang

Hann varð handtikin beint sum hann lendi í London, eftir at hava luttikið í golfkapping í USA.

Thorbjørn Olesen skal í rættin tann 21. august. Mynd: AP/Mark Humphrey

Thorbjørn Olesen skal í rættin tann 21. august. Mynd: AP/Mark Humphrey


29 ára gamli danin, Thorbjørn Olesen, skal í rættin í London tann 21. august.

Thorbjørn Olesen, sum er kendur sum yrkisgolfspælari, er ákærdur fyri at hava framt harðskap og kynsligan ágang umborð á einum flogfari, sum var á veg til Onglands úr USA.

Løgreglan í London, Metropolitan Police Service, skrivar í telduposti sendur Jyllands-Posten, at Thorbjørn Olesen var fullur umborð á flogfarinum.

Ert tú fullur umborð á flogfari, ert tú til vanda fyri onnur, og tí er tað ólógligt.

Tann 29. juli var Thorbjørn Olesen á veg til London, har hann er búsitandi, eftir at hann hevði luttikið í kappingini WGC Invitational í Memphis í USA. Hann endaði á einum skuffandi 27. plássi í kappingini, skrivar DR.

Tá flogfarið við Thornjørn Olesen lendi í London, bíðaði løgreglan honum. Hann varð handtikin og koyrdur beinleiðis til avhoyringar.

Thorbjørn Olesen er síðani blivin leyslatin. Men um góðar tvær vikur skal hann í rættin í London at svara ákærunum um kynsligan ágang og harðskap. 

 

 

 

 

 



Thorbjørn Olesen skal í rættin tann 21. august. Mynd: AP/Mark Humphrey