Dávur Syderbø stillar upp fyri Tjóðveldi

 

- Eg vil seta útjaðaran í fokus aftur, sigur 21 ára gamli Dávur av Húsum, sum heldur tørvur er á nýggjum hugsanum í almenna rúminum.

 

- Gjøgnum hesi seinastu árini er útjaðarin púra gloymdur í øllum meldrinum, sum er um miðstaðarøkið og fiskivinnunýskipanina, sigur Dávur Syderbø.

 

Fyri hann hevur tað týdning, at vit fáa ungar røddir á ting.

 

- Vit mugu fáa nýtt blóð og nýggjar hugsanir á ting, fyri at fáa kjakið meira siðiligt og konstruktivt. At nýta tíðina at munnhøggast byggir einki land, sigur Dávur Syderbø.

 

Dávur Syderbø er 21 ára gamal og býr á Húsum. Hann er yrkislærningur hjá RVtøkni, har hann lærir til elektrikara.