Demokratar í ríkisrættarmáli: Trump fer aftur at misnýta vald

Í nátt endaði Demokratiski flokkurin tríggjar daga langa próvførslu í ríkisrættarmálinum ímóti Donald Trump forseta.

Ríkisrættarmálið ímóti Trump fer fram í Senatinum, har senatorarnir virka sum eitt slag av nevningum. - Foto: Erin Scott/Reuters

Ríkisrættarmálið ímóti Trump fer fram í Senatinum, har senatorarnir virka sum eitt slag av nevningum. - Foto: Erin Scott/Reuters

Demokratarnir ávara um, at amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur fer at misnýta vald sítt, um hann ikki verður koyrdur frá.

Soleiðis ljóðaði boðskapurin, tá Demakratarnir endaðu próvførsluna í nátt í ríkisrættarmálinum í Senatinum í USA.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Demokratarnir hava seinastu tríggjar dagarnar lagt fram málið hjá flokkinum ímóti amerikanska forsetanum.

Trump verður ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt við at royna at kroysta Ukreina til at seta í verk eina kanning av politiska mótstøðumanninum Joe Biden.

Harumframt er hann ákærdur fyri at royna at forða Kongressini í at kanna málið.

Adam Schiff, sum í nátt endaði málið  grundgevingarumfarið hjá Demokratunum, legði dent á, at tað er uttan týdning, um tær dámar Trump ella ikki.

– Tað, sum hevur týdning, er, at hann er ein vandi fyri landið, tí hann fer at gera tað aftur, segði Schiff millum annað.

– Tað er Trump fyrst, ikki USA fyrst ella amerikonsk virði fyrst, segði hnn víðari sambært tíðindastovuni AFP.

Schiff heitt á teir 100 senatorarnar til at føra eina rættvísa sak mótvegis Trup

– Eg biðið tykkum, eg bøni tykkum. Gevið USA eitt rættvíst ríkisrættarmál. Landið er tað vert, segði hann.

Komandi tríggir dagarnar við málinum, leygadag, mánadag og týsdag – fer tíðin við at hoyra frá verjunum hjá Trump. Síðani koma spurningar og atkvøðugreiðsla um, hvørt vitni skulu innkallast.

Tað verður ógvuliga stutt, lættar at skilja og ikki floymd viðn somu kunning aftur og aftur, sigur republikanski senatorurin Mike Braun um verjuna hjá Trump við Fox News.

Tá málið er framlagt, skulu teir 100 liminir í Senatinum atkvøða um, hvørt forsetin er sekur ella ikki.

Tveir triðingar – ella í minsta lagi 67 av teimum 100 senatorunum  – skulu atkvøða fyri at forsetin er sekur, um hann skal setast frá.

Republikanski Flokkurin hevur 53 sessir av teimum 100 sessunum í Senatinum.

Tað merkir, at í minsta lagi 20 republikanarar skulu fara ímóti sínum egna flokki, um Trump skal missa forsetasessin.

 

/ritzau/

Ríkisrættarmálið ímóti Trump fer fram í Senatinum, har senatorarnir virka sum eitt slag av nevningum. - Foto: Erin Scott/Reuters