Deyðstøl í Italia økjast ikki meira

Í dag boða tey frá, at 415 eru deyð í Italia í mun til 420 dagin fyri.

Í dag er frælsisdagurin í Italia, har tey minnast tey deyðu frá Øðrum Heimsbardaga. - Mynd: Massimo Pinca/Reuters

Í dag er frælsisdagurin í Italia, har tey minnast tey deyðu frá Øðrum Heimsbardaga. - Mynd: Massimo Pinca/Reuters

Talið av skrásettum deyðu í Italia av koronavirus liggur nú á einum jøvnum støði í mun til dagin fyri.

Deyðstalið er gjørt upp til 415 seinasta samdøgrið ímun til 420 dagin fyri, upplýsa myndugleikarnir.

Samlaða talið av smittaðum er hækkað við tilsamans 2357 til 195.351. Tað er minsti vøkstur í fimm dagar.

Italia er fyribils tað landið í Evropa, sum er harðast rakt undir koronakreppuni, tá tað snýr seg um talið av deyðum.

Fólk, sum hava fingð staðfest Covid-19 og í løtuni eru sjúk av koronasmittuni, minkaði í dag úr 106.527 til 105.847 í dag.

2102 sjúklingar við Covid-19 eru innlagdir á intensivum deildum á sjúkrahúsum.

Slakar 1,2 milliónir  av teimum 60 milliónunum í Italia eru staðfest positiv av virusinum.

Italia hevur í fleiri vikur verið púra stongt. Fólk hava bert loyvi at fara av húsum fyri at keypa inn og at ganga stuttar túrar.

Stjórnin sigur, at frá 4. mai at rokna fara tey stigvíst og varliga at lata uppaftur samfelagið.

/ritzau/Reuters

 

 

Í dag er frælsisdagurin í Italia, har tey minnast tey deyðu frá Øðrum Heimsbardaga. - Mynd: Massimo Pinca/Reuters