Deyðstølini av korona í Bretlandi hækkar við metferð

980 fólk eru deyð við koronavirusi í Bretlandi seinasta samdøgrið. Tað er higartil størsti vøkstur í deyðstølunum.

Ein løgreglumaður við masku biður fólk halda frástøðu í London-býarpartinum Primrose Hill fríggjdagagin: – Mynd: Hannah Mckay/Reuters

Ein løgreglumaður við masku biður fólk halda frástøðu í London-býarpartinum Primrose Hill fríggjdagagin: – Mynd: Hannah Mckay/Reuters

Í Bretlandi er skrásett yvir 980 deyð fólk av koronavirus seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, í dag.

Tað er higartil størsta hækking av nýggjum andlátum av koronavirusi upp á eitt samdøgur.

Tilamans eru nú 8959 fólk deyð í Bretlandi av koronavrius. amstundis er talið av fólkum, sum eru staðfest smittað við virusinum í Bretlandi hækkað til meira enn 65.000.

866 av teimum deyðu er skrásett í Onglandi.

Tay 866 deyðu vóru í aldrinu 27 til 100 ár. 56 teirra høvdu ikki aðra sjúku, sum vitað varð um, upplýsir bretska heilsuverkið (NSH).

Bretska stjórin hevur heitt á fólk um at vera heima í páskafrítíðini fyri at minka um smittuspreiðingina.

Bretland hevur seinastu tríggjar vikurnar hvest avmarkingarnar. Bretar eru tí bidnir um at vera innandura um teir ikki skulu u´t t keypa ella venja – og tað má í mesta lagi vera eina ferð um dagin.

Løgreglan hevur fingið boð um at geva fólki bøtur, sum bróta avmarkingarnar.

– Vit skilja, at fólk fegin vilja vera saman við vinfólki og familju á páskum, og vit viðurkenna, at vit biðja fólkið um at offra seg fyri at vinna á virusinum, sigur talskvinna fyri løgregluna.

Sjálvt um stjórnin hevur upplýst, at stongsulin sum heil verður hildin, so er hava fólk fingið seg roynd við ómetaligum góðum veðri á páskum.

Løgreglan hevur ávarað um, at tey tí fara at brúka nýggju reglarnar í størri mun. Sambært meiningakanningum halda yvir 70 prosent av bretum, at løgerglan hevur handfarið stongsulin væl. Men ein lítil triðingur heldur, at løgreglan er farin ov langt.

Leygardagin móti tveir løgreglumenn biðja um um bering fyri at vera farnir ov langt. Ein løgreglumaður hevði sagt við ein mann, at hann ikki mátti sita í sínum egna urtagarði.

Í einum øðrum føri hevði ein løgreglumaður kanna tað, sum fólk keyptu inn fyri at kanna, um tey bert høvdu keypt neyðsynjarvørur.

Slik stig, hevur bretski innanríkisráðharrin, Priti Pate, fyrr sagt verið óhóskandi.

/ritzau/Reuters

Ein løgreglumaður við masku biður fólk halda frástøðu í London-býarpartinum Primrose Hill fríggjdagagin: – Mynd: Hannah Mckay/Reuters