Dna-roynd noyðir fyrrverandi kong at viðganga faðirskap

Tann fyrrverandi Albert kongur II hevur í áravís víst aftur, at hann hevur eina dóttir við eini fyrrverandi frillu. Nú viðgongur hann.

Fyrrverandi Albert kongur II av Belgia viðgekk í gjár, at hann er pápi eina kvinnu, sum er úrslit av einum ástarsambandi fyri 50 árum síðani.

Játtanin kemur, eftir at ein dna-roynd, sum fyrrverandi kongurin varð noyddur til at taka í fjør hevur víst seg at vera positiv.

Tann fyrrverandi kongurin hevur higartil avgjørdur noktað at vera pápi kvinnuna, belgisku listarkvinnuna Delphine Boel.

Men í eini fráboðan viðgongur tann 85 ára gamli Albert, at hann er »biologiski pápi« hennara, og at hann hevur steðgað eini »pínufullari« faðirskapssak, sum hevur staðið við síðani 2013.

Delphine Boel hevur seinastu 20 árini hildið uppá, at Albert er pápi hennara. At hann hevur víst hesum aftur fekk hana til síðst at leggja málið fyri ein dómstól.

Í mai 2019 játtaði fyrrverandi kongurin at taka eina dna-roynd fyri at fáa stríðið avgjørt eina ferð med alla. Ein dómstólur í Brússel hevði álagt honum eina bót upp á 5.000 evrur fyri hvønn dag, hann ikki møtti.

/ritzau/AFP