Dómarin hjá Trump skal grillast í Senatinum

Amy Coney Barret skal til starvssamrøðu í Senatinum, áðrenn tey gera av, um hon sleppur at gerast hægstarættardómari.

Í masku hevur Amy Coney Barret í dag sett seg í stólin í Senatinum, har tey hesa vikuna skulu spyrja garnarnar úr henni – áðrenn Senatið síðst í mánaðinum skal taka støðu til, um hon kann gerast hægsarættardómari. - Foto: Win Mcnamee/

Rættarnevndin í Senatinum er farin undir hoyringina av evninum hjá Donald Trump, foresta, til landsins hægstarætt, Amy Coney Barret.

Í fýra dag langari hoyring verður fara senatorarnir at spyrja hana alskyns spurngar um evni, alt frá fosturtøku og heilsuveitingar til amerikonsku lógina um vápnalóggeving.

Hoyringin er eitt slag av starvssamrøðu áðrenn Senastið síðst í oktober skal atkvøða um, hvørt hon skal gerast næsta hægstarættardómari í USA.

Trump hevur peikað á 48 ára gomlu Amy Coney Barret til at taka yvir sessin í hægstarætti, sum gjørdist tøkur, tá Ruth Bader Ginsburg doyði í síðsta mánaði.

Mótvegis Ginsburg verður Barett roknað sum konservativ. Hon er trúgvandi katolikkur og hevur fyrr víst sína mótstøðu ímóti fosturtøku. Tað verður frammanundan roknað við, at hon verður góðkend. Republikanski flokkurin hevur meirilutan í Senatinum, 53 av 100 sessum.

Um hon verður góðkend, verða teir konservativu hægstarættardómararnir í meiriluta við seks ímóti trimum á veiginum, sum verður roknaður at vera meira liberalur.

Demokratarnir hava frammanundan funnist at, at Barret kann kom at hava avgerandi leiklut, tá hægstirættu skal taka støðu til ta heilsulógina, sum millum manna verður kallað Obamacare.

Heilsunýskipanin hjá fyrrverandi forsetanum Barak Obamas verður nú royndur við dómstólarnar. Málið skal viðgerast í november.

Amy Coney Barret hevur fyrr funnist at grundgevingunum hjá hægstarætti at varðveita Obamacare.

/ritzau/ 